Á midnátt 13. mai fór Føroya Arbeiðarafelag í verkfall. Fakfelagið er tað størsta í landinum og hevur umleið 5000 limir, sum svarar til 10% av fólkinum í Føroyum. Fakfelagið umboðar ófaklærdu arbeiðararnar í landinum sum millum annað fevnur um reingerðar-, flutnings- og fabriksarbeiðarar, eisini tey ið arbeiða innan alivinnuna sum er størsta vinnan í landinum eftir fiskiskapin.
Arbeiðararnir hava nú sagt at tað er nokk við veksandi trýstinum, vegna lønina og arbeiðskorunum.
Samfelagið stendur stilt, almennu ferðaleiðirnar eru læstar, og fólk vera noydd at lata bilin standa í túninum tí onki brennievni fæst. Nú skulu arbeiðararnir standa fast og vísa føroysku kapitalistunum at tey ikki lata seg kúga.
Í Føroyum hava vit leingi havt ómetaliga høgan livikostnað. Er mann partur av arbeiðaraklassanum, hevur verið hart at finna bústað og at fáa gerandisdagin at hanga saman. Tað er ørðvísi hjá teimum ríkastu í landinum, í tjena ørandi upphæddir upp á fiskivinnuna.
Seinastu árini hava fakfeløgini verið serliga tolin við arbeiðsgevarunum. Korona-kreppan og kríggið í Ukraina, hava verið brúkt sum umskyldningar, fyri at bíða við lønarkrøvunum. Men sjálvt um arbeiðararnir hava strammað beltið til tvær tær síðstu sáttmálasamráðingarnar, hava fyritøkueigararnir ikki endurgoldið tænastuna.
Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, úttalar: “Tað er álvarsamt at koyra fleiri túsund fólk í verkfall, men avgerðin at vraka semingsuppskotið var ikki trupul at taka, tí lønarhækkanin var alt ov lág! Eg havi verið við í nevndini í Føroya Arbeiðarafelag síðani 1988. Ongantíð áður havi eg uppliva slíka framgongd og yvirskot, sum vinnulívið hevur havt seinastu 6-8 árini. Peningur manglar ikki hjá vinnuni í Føroyum – tvørturímóti. Spuringurin er, hví unnar arbeiðsgevarafelagið ikki løntakarum eina sámiliga løn?
Hvussu leingi verkfallið varar er fullkomiliga upp til arbeiðsgevarafelagið at bestemma. Vit standa stinn í okkara sámuligu krøvum.”
Bakkafrost, ið er ein av Føroya størstu arbeiðsgevarum og ein av heimsins størstu alifyritøkum, hevur tvey tey seinastu árini havt yvirskot á meir enn 900 milliónir evrir. Eigararnir, Johan Regin og Oddvør Jacobsen áttu í 2020 eina ogn á næstan 4 milliardir krónur. Alt ímeðan starvsfólk teirra í vónloysi leita eftir bústaði og eru noydd at venda hvørjari krónu fyri at gerandisdagurin skal hanga saman.
Útyvir at niðurleggja arbeiði, hava fakfelagslimirnir, saman við øðrum samhaldfastum arbeiðarum, brúkt verkfallsvaktir at forða verkfallsbrótandi arbeiði. Tey hava steðgað bussleiðunum, forðað skipum at leggja av og at lossa vørður, hava forðað J&K Petersen og Articon í at gera verkfallsbrótandi arbeiði og hava steðgað betong og asfaltsframleiðslu.
Verkfallið hevur ført við sær at hyllarnar í handlunum gerast tómari og tómari, og at tað næstan er ógjørligt at fáa brennievni til vegar. Dagstovnar og skúlar stongja vegna manglandi reingerð og skrell hópast upp í gøtunum.
Avleiðingarnar sum verkfallið hevur við sær, prógvar at tað er arbeiðaraklassin, ið veruliga fær samfelagið at koyra. Og ikki kapitalistarnir, ið bert eru til fyri at skava methøga vinningin innundir seg.
Alment er stórt samhaldsfesti við teimum streikandi arbeiðarunum. Hyggur ein at viðmerkingum og reaktiónunum til artiklar um verkfallið, eru tað langt tey flestu, ið halda, at verkafólkið hevur uppiborðið eina lønarhækkan.
Andras Strøm, ið er djóralækni í Føroyum, sigur við DR: “Det er dem, der har den laveste løn, der kæmper for deres rettigheder. De kan ikke leve med den løn, de får.” (“Tað eru tey, ið hava tað lægstu lønina, ið berjast fyri sínum rættindum. Tey kunnu ikki liva, fyri tað lønina, tey fáa.”)
Teir stóru miðlarnir, ið altíð eru á síðuni hjá kapitalistunum, royna at lýsa tey streikandi, sum tey, ið skapa ólag. Men fólkið í Føroyum fellur ikki fyri hesum lygnunum. Tað ólag, ið verkfallið skapar, er einki annað, enn eitt úrslit av, at kapitalistarnir viga sínar egnu interessur og vinning, hægri enn nakað sum helst fyrilit til arbeiðarin – tey í veruliga skapa virði í samfelagnum.
Sum nú er, hava arbeiðsgevararnir ikki góðtikið krøvini hjá fakfeløgunum. Men vit mugu minnast, at arbeiðaraklassin ongantíð hevur fingið so mikið sum eina krónu foreraða, frá eyðrænarum sínum! Øll rættindir og kor, sum vit arbeiðarar hava í dag, og sum ráðandi klassin hvønn dag roynir at ríva frá okkum, eru vunnin við hóprørslum og verkføllum sum hesum.
Í Revolutionært Kommunistisk Parti, standa vit avgjørt á síðuni hjá føroysku arbeiðarunum.
Tíðin er komin til, at vit skilja okkum av við skipanina, ið leggur livikorðini hjá arbeiðaranum undir trýst og trokar okkum út í verkføll. Kapitalisman gevur yvirklassanum frítt spæl at krevja at vit arbeiða fyri eina løn, ið ikki røkkur til at fáa gerandisdagin at hanga saman.
Verkfallið i Føroyum vísur enn einaferð, at tað er arbeiðaraklassin, ið frammleiðir virðið í samfelagnum og fær hjólini at mæla. Í Revolutionært Kommunistisk Parti, stríðast vit fyri einum samfelagi, har arbeiðaraklassin í felag, eigur og stýrur samfelagnum – ikki fyri vinningin hjá kapitalistunum, men fyri tørvin hjá meirilutanum.
Ert tú samdur í tí, tú akkurát hevur lisið? Vilt tú eisini stríðast fyri einum samfelag fyri meirilutan heldur enn fyri tann ríka minnilutan? Ert tú kommunist?
Set teg so í samband við Revolutionært Kommunistik Parti og kom við í stríðið ímóti kapitalismuni og fyri ein betri heim!